Lívsmynd Lyrics & Tabs by Frændur

Lívsmynd

guitar chords lyrics

Frændur

Album : Saman við tærPlayStop

Enn eri eg ungur og enn í góðum lag
mær tørvar einki føðibræv til at prógva tað
Eg minnist ei mín barnadóp og mína grulvutíð

Nú eri eg nóg vaksin til at skilja hvat og hví
Eg vil elska, eg vil syngja
eg vil fevna kærleikan
eg vil leita til tey støð
har eg finni sannleikan
Lívið er mítt listarverk
eg máli jú hvønn dag
Um eg fylli hundrað ár
ei liðugt verður tað
Vónin er at myndin mín ein mildan skugga fær
tá fólk úr øllum heiminum frælsið ogna sær
Eg vil elska, eg vil liva

Vónin er at myndin mín ein mildan skugga fær
tá fólk úr øllum heiminum frælsið ogna sær
Eg vil elska, eg vil liva
eg vil syngja friðarlag
saman við so mongum menniskjum
sum altíð vilja tað...
Vilja gráta, vilja flenna, ynska frið í heiminum
og við álit' á hvønn annan læra mangt av lívinum
la la la la lalalala lalalala
la lala la lala la... la la
la la la la lalalala lalalala
la lal la la la... la la
Eg vil elska, eg vil liva
eg vil syngja friðarlag
saman við so mongum menniskjum
sum altíð vilja tað...
Vilja gráta, vilja flenna, ynska frið í heiminum
og við álit' á hvønn annan læra mangt av lívinum

Like us on Facebook.....
-> Loading Time :0.0066 sec