Hundurin brúni Lyrics & Tabs by Frændur

Hundurin brúni

guitar chords lyrics

Frændur

Album : Saman við tærPlayStop

Í einum túni
situr hundurin brúni
hann tivar av møði

og honum vantar føði
--- Men í eini stovu
situr húsbóndin Ovi
hann heldur um búkin
tí hann er ov slúkin
Bráðliga húsbóndin segði
- ger so væl og rætt mær breyðið
hoyr eitt róp frá einum vini
- kona rætt mær margarinið
smurdi breyðið góða løtu
bæð so um at fáa kjøtið
hugdi upp og síðan mælti

smurdi breyðið góða løtu
bæð so um at fáa kjøtið
hugdi upp og síðan mælti
- at nú mangli eg bert saltið
Meðan hundurin brúni
goyr so eymliga í túni
regnið bloytir skinnið
og svongdin pínir sinnið
Sita tvey og eta rækjur
laks og aðrar feitar sakir
heitan rætt av besta slagi
so at vælnøgdur gerst magi
borðið fylt við góðum kosti
minst tíggju sløg av góðum osti
og ein flott champagnufløska
ið man væl til máltið hóska
Men hundurin brúni
situr enn í bóndans túni
hvussu leingi skal hann sita
áðrenn hann fær nakran bita

Like us on Facebook.....
-> Loading Time :0.0059 sec