Veturin kom við kulda og kava Lyrics & Tabs by Annika Hoydal

Veturin kom við kulda og kava

guitar chords lyrics

Annika Hoydal

Album : Til: Børn! (+vaksin)! Frá: Anniku scandinavian girls PlayStop

Veturin kom við kulda og kava,
ringt er hjá seyðinum, hart er at skava,
kalt er í berligum bóli.

Lágt stendur sólin, og tíðliga skýmir,
burtur úr túninum hundurin rýmir,
inni situr kúrandi Óli.
Gler er í á og skalvur í brekku;
rínur og hvínur í hvørjari sprekku;
Óli er grammur í huga,
situr og hugsar um summar og gleði,
fuglur var kátur, og lambið var fegið;
nú hómast ikki ein fluga.
Omman á bríkini sigur frá søgum,
abbin úr fjøruni kemur við øðum,
oman kemur maður av Gørðum.

Omman á bríkini sigur frá søgum,
abbin úr fjøruni kemur við øðum,
oman kemur maður av Gørðum.
"Kóka nú kaffi, set rokkin til reiðar!"
Hugnaligt í stovu, um frystir eru teigar.
Har kemur Klæmint við kørðum.

Like us on Facebook.....
-> Loading Time :0.0084 sec