Nykurs Vísa Lyrics & Tabs by Enekk

Nykurs Vísa

guitar chords lyrics

Enekk

Album : Fýra Nætur Fyri JólPlayStop

Nykurin letur sær klæði skera,
– Harra mín –
tí hann vildi ein riddari vera.

– Um summarið, tær allir fuglar
syngja væl. –
Nykurin gongur í kirkjuna inn,
– Harra mín –
prestar hildu messur fimm.
– Um summarið, tær allir fuglar
syngja væl. –
Nykurin gongur á kirkjugólv,
– Harra mín –
prestar hildu messur tólv.
– Um summarið, tær allir fuglar
syngja væl. –

prestar hildu messur tólv.
– Um summarið, tær allir fuglar
syngja væl. –
Elsa lítla smílir undir lín:
– Harra mín –
"Krist gevi, tann riddari hann var mín!"
– Um summarið, tær allir fuglar
syngja væl. –
Nykurin leyp í vatnið út –
– Harra mín –
eftir stóð Elsa (lítla) við sorg og sút.
– Um summarið, tær allir fuglar
syngja væl. –
Nykurin leyp í vatnið kátur,
– Harra mín –
hálvur maður og hálvur bátur.
– Um summarið, tær allir fuglar
syngja væl. –

Like us on Facebook.....
-> Loading Time :0.0079 sec