HomoFObia Lyrics & Tabs by 200

HomoFObia

guitar chords lyrics

200

Album : Graceland 00s PlayStop

Vit hava ongar trupulleikar av teimum samkyndu í Føroyum
Tey hava tað jú fínt!
Vit elska tey. Men vit hata bara syndina.

Happing? Nei, tað var ikki gamalt at happa í Føroyum!
Fólk hava ongar trupulleikar við teimum samkyndu
So leingi sum vit sleppa at happa tey so galið vit vilja
Og diskriminera tey tá vit hava hug, so er alt kul
Tað er jú faktiskt tey, sum hava ein trupulleika!
úr Løgtinginum:
"Eg trúgvi onki uppá hetta her, at vanligi føroyingurin happar nakran sum er homoseksuellur ella ikki"
"Vit hava grundað hetta land á ta kristnu siðalæruna"
"Hesar foreiningarnar av homose-, av lesbiskum og bøssum og hvat hetta eitur - tað eru militant fólk!"
"Tað fruktaleysa sambandið ímillum tvey fólk - tað er jú eitt fornoktilsi av tí kristnu upprunaligu familjuni"
"Eitt av høvuðsendamálunum, tað er tað, at fáa samfelagsins bláa stampul uppá, at ónormalitetur, perversitetur at hann er í fínasta ordan"
"Alt er sprottið beinleiðis úr bíbliuni"

"Tað fruktaleysa sambandið ímillum tvey fólk - tað er jú eitt fornoktilsi av tí kristnu upprunaligu familjuni"
"Eitt av høvuðsendamálunum, tað er tað, at fáa samfelagsins bláa stampul uppá, at ónormalitetur, perversitetur at hann er í fínasta ordan"
"Alt er sprottið beinleiðis úr bíbliuni"
"Mannfólk og konufólk eru vard av hasari lógini. Tað er ongin grund til hattar har"
"Eg havi onki val. Eg kann ikki taka undir við hesum her"
"Fundamentið, sum hetta landið skuldi verið grundað á, tað var á gud"
"Tað hevur eina avleiðing ikki at gera tað sum guds orð sigur, og eg nevndi í áðni hetta dømið við Sodoma og Gomorra, tað vita nokk tey flestu hvat hendi við teimum bygdunum. Tað hendi millum annað av tí, at homoseksualitetur var so útbreiddur sum hann var"
"Og eg sigi bara eitt, at vissi hetta skal vera fundamentið hjá tí nýggja fullveldinum, so mynstri eg av og fleiri við mær, sum annars hava eina fullveldishugsjón"
"Veruleikin er tann, at skrivaða orðið tvingar meg"

Like us on Facebook.....
-> Loading Time :0.0067 sec